PX-Web - Vel greiningar og virði
AM03011 Løntakarar, árstíðarjavnað og trendur skift á vinnugreinabólkar og kyn (1985M01-2018M01)
Vel greiningar og trýst síðani á 'Halt áfram'. Soleiðis velur tú

Har greiningin er merkt við Vel minst eitt virði skal minst eitt virði veljast

mánaður Vel minst eitt virði

Tilsamans 397 Valt

Leita

vinnugreinabólkur

Tilsamans 5 Valt

Leita

kyn

Tilsamans 3 Valt

Leita

virðisháttur Vel minst eitt virði

Tilsamans 4 Valt

Leita


Tal á valdum puntum er:(mest loyvda talið er 100.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 1.000 røð og 50 teigar


Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 100.000

Viðmerkingar

Hagtølini um løntakarar vísa talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minnsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
Sum lønarútgjøld verða bara taldar upphæddir, sum eru løn fyri útinnt arbeiði, og ikki aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir.
Av tí at útgjaldingar hjá serliga sjófólki kunnu vera óregluligar, telja vit fólk sum løntakarar, hóast tey onga løn fáa í ein ella tveir mánaðar, um tey so aftur fáa løn mánaðan eftir. Somuleiðis verða tey tald uppí, sum fara úr arbeiði vegna barsilsfarloyvi ella sjúku.
Hvønn mánaða eru fleiri, sum fáa lønarinntøku frá ymsum arbeiðsgevarum, men fyri at hvør løntakari bert skal telja við eina ferð hvønn mánaða, verða løntakarar flokkaðir í vinnugrein alt eftir, hvaðani størsti parturin av inntøkuni kom í galdandi mánaða.
Føroyskir løntakarar, sum ikki fáa løn goldna um samtíðarskattaskipanina, verða av skilligum ávum ikki taldir sum løntakarar. Hetta er millum annað galdandi tey, sum sigla í DIS skipanini, ella sum á annan hátt fáa løn goldna uttanlands.
Hesar reglurnar, vit hava hildið okkum til í uppgerðini, eru lagdar soleiðis, at uppgerðin í frægasta mun fylgir reglum frá ILO og tí verður sambærlig við líknandi uppgerðir í øðrum londum.
Frá 2004 er vinnugreinabýtið broytt soleiðis, at vinnugreinin 'Almenn fyrisiting v.m.', eru greinað sundur í undirbólkarnar 'Landsfyrisiting', 'Kommunur, ríkisstovnar o.a.', 'Heilsu- og Almannaverk' og 'Undirvísing'.
Hagtalsliga eindin er tal av fólki, skift á ár og mánaða, kyn, aldur, vinnugrein og sýslu.
Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna. Tá verður talið í staðin víst við merkinum '.'
vinnugreinabólkur
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna
fevnir um: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking
fevnir um: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur
fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta
fevnir um: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk

Upplýsingar

Eind
tal og %
Kontakt
Axel Nolsøe
Seinast dagført
06-04-2018
Verður dagførd
M
Komandi dagføring
07-05-2018
Stovnað
01-01-2000
Kelda
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
Matrisa
AM03011_LONT_AJTR_T