Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

AM03020 Løntakarar skiftir á vinnugrein, kyn, føðiland/ríkisborgaraskap og mánaðir (1985-2024)

Vel greiningar

Maria Heen
12.03.2024
tal
M
11.04.2024
26.09.2018
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
AM03020_LONT_VGMD
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 7

Valfrí greining
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (vinnugrein) , Landbúnaður , Fiskiskapur ,

Valt 0 Tilsamans 25

Valfrí greining
Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.1985 , 1986 , 1987 ,

Valt 1 Tilsamans 40

Valt 0 Tilsamans 12

Valfrí greining
Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 200.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 200.000

Gev gætur:

mánaður

Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart

Hagtølini um løntakarar vísa talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minnsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
Sum lønarútgjøld verða bara taldar upphæddir, sum eru løn fyri útinnt arbeiði, og ikki aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir.
Eisini verða tey tald uppí, sum fara úr arbeiði vegna barsilsfarloyvi ella sjúku.
Hvønn mánaða eru fleiri, sum fáa lønarinntøku frá ymsum arbeiðsgevarum, men fyri at hvør løntakari bert skal telja við eina ferð hvønn mánaða, verða løntakarar flokkaðir í vinnugrein alt eftir, hvaðani størsti parturin av inntøkuni kom í galdandi mánaða.
Føroyskir løntakarar, sum ikki fáa løn goldna um samtíðarskattaskipanina, verða av skilligum ávum ikki taldir sum løntakarar. Hetta er millum annað galdandi tey, sum sigla í DIS skipanini, ella sum á annan hátt fáa løn goldna uttanlands.
Hesar reglurnar, vit hava hildið okkum til í uppgerðini, eru lagdar soleiðis, at uppgerðin í frægasta mun fylgir reglum frá ILO og tí verður sambærlig við líknandi uppgerðir í øðrum londum.
Frá 2004 er vinnugreinabýtið broytt soleiðis, at vinnugreinin 'Almenn fyrisiting v.m.', eru greinað sundur í undirbólkarnar 'Landsfyrisiting', 'Kommunur, ríkisstovnar o.a.', 'Heilsu- og Almannaverk' og 'Undirvísing'.
Hagtalsliga eindin er tal av fólki, skift á ár og mánaða, kyn, aldur, vinnugrein og sýslu.
Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.

føðiland/ríkisborgaraskapur

Av tí at eingin føroyskur ríkisborgaraskapur finst, eru lønmóttakrar, sum eru føddir í Føroyum, taldir upp fyri seg

føðiland/ríkisborgaraskapur

Fødd í Føroyum

heruppií eru eisini persónar, ið ikki hava danskan ríkisborgaraskap

Aðrir danskir ríkisborgarar

ríkisborgarar, sum ikki eru føddir í Føroyum

Aðrir norðurlendskir ríkisborgarar

ríkisborgarar í Norðurlandi uttan fyri Danmark, Føroyar og Grønland

Aðrir ES-ríkisborgarar

ríkisborgarar í ES28-landi, sum ikki er norðurland

Aðrir evropiskir ríkisborgarar

ríkisborgarar í evropiskum landi, sum hvørki er norðurland ella í ES

Onnur

persónar, ið ikki hava ríkisborgaraskap í nøkrum evropiskum landi