PX-Web - Vel greiningar og virði
AM03021 Løntakarar skiftir á vinnugrein, kyn og føðiland/ríkisborgaraskap (1985M01-2018M08)
Vel greiningar og trýst síðani á 'Halt áfram'. Soleiðis velur tú

Har greiningin er merkt við Vel minst eitt virði skal minst eitt virði veljast

kyn

Tilsamans 3 Valt

Leita

føðiland/ríkisborgaraskapur

Tilsamans 7 Valt

Leita

vinnugrein

Tilsamans 25 Valt

Leita

mánaður Vel minst eitt virði

Tilsamans 404 Valt

Leita


Tal á valdum puntum er:(mest loyvda talið er 100.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 1.000 røð og 50 teigar


Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 100.000

Viðmerkingar

Hagtølini um løntakarar vísa talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. At løntakarin er føroyskur, merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minnsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.
Sum lønarútgjøld verða bara taldar upphæddir, sum eru løn fyri útinnt arbeiði, og ikki aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir.
Av tí at útgjaldingar hjá serliga sjófólki kunnu vera óregluligar, telja vit fólk sum løntakarar, hóast tey onga løn fáa í ein ella tveir mánaðar, um tey so aftur fáa løn mánaðan eftir. Somuleiðis verða tey tald uppí, sum fara úr arbeiði vegna barsilsfarloyvi ella sjúku.
Hvønn mánaða eru fleiri, sum fáa lønarinntøku frá ymsum arbeiðsgevarum, men fyri at hvør løntakari bert skal telja við eina ferð hvønn mánaða, verða løntakarar flokkaðir í vinnugrein alt eftir, hvaðani størsti parturin av inntøkuni kom í galdandi mánaða.
Føroyskir løntakarar, sum ikki fáa løn goldna um samtíðarskattaskipanina, verða av skilligum ávum ikki taldir sum løntakarar. Hetta er millum annað galdandi tey, sum sigla í DIS skipanini, ella sum á annan hátt fáa løn goldna uttanlands.
Hesar reglurnar, vit hava hildið okkum til í uppgerðini, eru lagdar soleiðis, at uppgerðin í frægasta mun fylgir reglum frá ILO og tí verður sambærlig við líknandi uppgerðir í øðrum londum.
Frá 2004 er vinnugreinabýtið broytt soleiðis, at vinnugreinin 'Almenn fyrisiting v.m.', eru greinað sundur í undirbólkarnar 'Landsfyrisiting', 'Kommunur, ríkisstovnar o.a.', 'Heilsu- og Almannaverk' og 'Undirvísing'.
Hagtalsliga eindin er tal av fólki, skift á ár og mánaða, kyn, aldur, vinnugrein og sýslu.
Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
føðiland/ríkisborgaraskapur
Av tí at eingin føroyskur ríkisborgaraskapur finst, eru lønmóttakrar, sum eru føddir í Føroyum, taldir upp fyri seg
føðiland/ríkisborgaraskapur
Fødd í Føroyum
heruppií eru eisini persónar, ið ikki hava danskan ríkisborgaraskap
Aðrir danskir ríkisborgarar
ríkisborgarar, sum ikki eru føddir í Føroyum
Aðrir norðurlendskir ríkisborgarar
ríkisborgarar í Norðurlandi uttan fyri Danmark, Føroyar og Grønland
Aðrir ES-ríkisborgarar
ríkisborgarar í ES28-landi, sum ikki er norðurland
Aðrir evropiskir ríkisborgarar
ríkisborgarar í evropiskum landi, sum hvørki er norðurland ella í ES
Onnur
persónar, ið ikki hava ríkisborgaraskap í nøkrum evropiskum landi

Upplýsingar

Eind
tal
Kontakt
Axel Nolsøe
Seinast dagført
09-11-2018
Verður dagførd
M
Komandi dagføring
10-12-2018
Stovnað
01-01-2000
Kelda
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
Matrisa
AM03021_LONT_VGMD_T