PX-Web - Vel greiningar og virði
IP02080 Gamla prístalið skift á 18 vørubólkar og ársfjórðingar (1983-2001) - endað
Vel greiningar og trýst síðani á 'Halt áfram'. Soleiðis velur tú

Har greiningin er merkt við Vel minst eitt virði skal minst eitt virði veljast

18 vørubólkar

Tilsamans 18 Valt

Leita

ár Vel minst eitt virði

Tilsamans 19 Valt

Leita

ársfjórðingar Vel minst eitt virði

Tilsamans 5 Valt

Leita


Tal á valdum puntum er:(mest loyvda talið er 100.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 1.000 røð og 50 teigar


Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 100.000

Viðmerkingar

Hagstova Føroya. Broytingar í prístalsuppgerðunum:
Prístalsuppgeðirnar eru grundleggjandi broyttar: Frá og við 1.ársfj. 1993 er prístalið eitt brúkaraprístal - frammanundan vísti tað gongdina í prísunum uttan avgjøld. Fram til endan av 1992 helt prístalsnevndin allar hækkingar í innflutnings-, framleiðslu- o.ø. vørugjøldum, ið vóru áløgd frá 1.1.1980 at rokna, uttan fyri prístalsútrokningina. Hetta varð gjørt, tí prístalslógin segði, at broytingar í hesum gjøldum ikki skuldu hava við sær broytingar í lønum, sum tá í stóran mun vóru prístals-viðgjørdar. Tískil vísti prístalið ikki gongdina í brúkaraprísunum. Eftir at prístalsviðgerðin av lønum er tikin av, er ikki longur grund til at halda avgjøld uttan fyri prístalsútrokningina. Í veruleikanum ber tað heldur ikki til at útskilja broytingina í avgjøldunum, av tí at avgjalds-skipanin varð broytt til eina MVG-skipan. Gamla prístalið kundi tískil ikki halda fram. Frá og við prístalinum fyri 1. ársfj. 1993 eru øll avgjøld við í prístals-útrokningini. Prístalið frá 1. ársfj. 1993 og frameftir kann tí sigast at vera eitt brúkaraprístal. Viðmerkjast skal tó, at tað framvegis eru vektirnar frá brúkarakanningini í 1972, ið liggja til grund fyri útrokningini av heildarprístalinum. Fyri at kunna binda prístølini undan 1993 saman við tey eftir 1992, eru prísirnir fyri 4.ársfj. 1992 roknaðir bæði við øllum avgjøldum og uttan vøksturin í avgjøldum síðani 1.1.1980. Broytingin í prístalinum frá 4. ársfj. 1992 til 1. ársfj. 1993 er tí broytingin í prísunum íroknað øll avgjøld, meðan broytingin áðrenn 4. ársfj. 1992 er broytingin í prísunum uttan avgjøld. Broytingin í prísunum, ið stóðst av, at avgjøldini í høvuðsheitum vórðu løgd um til MVG, sæst væl av teim nýggju prístalsútrokningunum. Prístalið vaks frá 122,5 í 4. ársfj. 1992 til 129,9 í 1. ársfj. 1993 - t.e. at tað vaks við uml. 6%, og tað vaks aftur gott 1% fram til 2. ársfj. 1993. Roknast kann við, at meginparturin av hesum vøkstri uppá 7-8% í brúkaraprísunum stavar frá avgjaldsumleggingini. Vøksturin samsvarar eisini væl við tað, sum Hagstovan, áðrenn MVG varð sett í verk, roknaði við at MVG fór at broyta prísirnar. Tann størsti prísvøksturin var á orku, bæði tí at avgjald var ikki á ravmagni frammanundan og tí at innflutningsgjaldið á olju var sera lágt.

Upplýsingar

Eind
vísitøl
Kontakt
John Jacobsen
Seinast dagført
01-06-2001
Verður dagførd
X
Komandi dagføring
31-12-1999
Stovnað
01-01-2000
Kelda
Hagstova Føroya
Matrisa
IP02080_PRIS_GL18