Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

AM01010 Høvuðstøl úr arbeiðsmegikanning (2005-2025)

Vel greiningar

Maria Heen
13.03.2026
tal og %
A
22.01.2027
01.01.2000
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
AM01010_AFK_HOVTOL
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.
Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 3

Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 8

Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.2005 , 2006 , 2007 ,

Valt 1 Tilsamans 21

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining
Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 8.000.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 8.000.000
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart
Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum (ST). Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú í hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Altjóða leisturin fyrisetur at kanningin skal umfata allar persónar búsitandi í landinum í aldursbólkinum 15 til 74 ár. Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár og ásetur arbeiðsmegistøðuna fyri vikuna, sum 15. november er í.
Hagfrøðiliga endamálið við kanningini er at flokka hesar persónar eftir, um tey vóru virkin í einum stuttum tilvísingartíðarskeiði. Flestu persónar verða bólkaðir sum arbeiðsvirknir ella arbeiðsleysir við støði í fullari teljing burtur úr almennum skráum. Á leið 9.500 persónar eru eftir, sum ikki kunnu bólkast. Av hesum verða 1.300 persónar tilvildarliga valdir at svara eini spurnakanning. Við støði í úrslitunum frá spurnakanningini og øðrum hagtalskeldum verða tey eftirverandi bólkaði.
Gev gætur at arbeiðsloysið í hesi kanningini kann ikki beinleiðis samanberast við hini arbeiðsloysistølini hjá Hagstovuni, ið eru grundað á skráir hjá arbeiðsloysisskipanini (ALS) og Almannaverkinum.

ár

Í árunum 2005- 2014 er arbeiðsmegistøðan upproknað við støði eini stakroynd úttikin til spurnakanning.
Frá 2015 verða flestu persónar flokkaðir sum arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys við støði í almennum skráum. Tey eftirverandi, sum ikki eru at finna í skráum verða verið upproknaður eftir aldri, kyn og bústaðarøki við støði í eini stakroynd úttikin til spurnakanning.
Í 2020 vórðu dáturnar fyri 2015-2019 dagførdar.
Í 2025 varð eitt nýtt háttalag ment fyri at gera eina neyvari uppgerð av føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin er endurskoðað við nýggja háttalagnum aftur til 2015. Nýggi myndilin greinar svarini um arbeiðsstøðu frá spurnakanningini við støði í eitt nú inntøku (herundir løn og veitingar), húskissamanseting, útbúgving, bústaðartilknýti, lestrarstøðu, hjúnabandsstøðu, aldri, kyni og bústaðarøki. Teir upplýsingar, sum í árinum vísa seg at vera bestar at greina svarini um arbeiðsstøðuna, verða nýttir at gera hendan partin av fólkinum upp. Arbeiðsmegin er endurskoðað við nýggja háttalagnum aftur til 2015.

aldur

15-64 ár

Aldursbólkurin, sum verður brúktur í grunninum hjá Eurostat.

16-66 ár

Aldursbólkurin, sum samsvarar við mánaðarligu arbeiðsloysishagtølini.

15-74 ár

Aldursbólkurin, sum fylgir leiðreglunum hjá ILO.

høvuðstøl

Arbeiðsleys

Persónar, sum í tíðarskeiðnum einki arbeiði høvdu, søktu arbeiði og vóru tøk at byrja innan 2 vikur.

Arbeiðsvirkin

Persónar, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum ella persónar fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Arbeiðsmegi

Samlað tal av arbeiðsvirknum og arbeiðsleysum.

Uttanfyri arbeiðsmegina

Persónar, sum hvørki vóru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys.

Fólkatalið

Samlað tal av persónum í aldursbólkinum.

Arbeiðsleys í % av arbeiðsmegi

Tal av arbeiðsleysum sum prosent av samlaðu arbeiðsmegini. Hetta verður nevnt arbeiðsloysisprosent.

Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum

Tal av arbeiðsvirknum sum prosent av fólkatalinum.

Arbeiðsmegi í % av fólkatalinum

Tal av persónum í arbeiðsmegini sum prosent av fólkatalinum. Hetta verður eisini nevnt vinnutíttleiki.