Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

STF01021 Starvsfólk og størv skift á høvuðsvinnugrein, ríkisborgaraskap, bústaðartilknýti, kyn og mánað (1985M01-2024M12)

Vel greiningar

Maria Heen
14.01.2025
tal
M
14.02.2025
29.08.2024
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
STF01021_BKNH_MD
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.
Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 5

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (ríkisborgaraskapur) , Evropa , - Norðurevropa ,

Valt 0 Tilsamans 19

Valfrí greining
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara) , A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða , B Námsvinna og grótbrot ,

Valt 0 Tilsamans 121

Valfrí greining
Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.1985M01 , 1985M02 , 1985M03 ,

Valt 1 Tilsamans 480

Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 8.000.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 8.000.000
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart
Sambært International Labour Organization (ILO) er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið starvssettur til at framleiða vørur ella veita tænastur fyri løn. Hetta fevnir uma) starvssettir persónar 'í starvi', sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til at vera 1 vika); ogb) starvssettir persónar 'ikki í starvi' vegna fyribils fráveru (sum til dømis vaktarskifti, viktíð, avspáking, barsilsfarloyvi ella sjúku).Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum 4 arbeiðsmannatímalønir, tí har eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Arbeiðsmannatímalønin er sett sum minstuløn+frítíðarløn frá sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag (FA) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG). Tvs. er mánaðarliga lønin lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðan. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, sum tískil er sett sum niðara aldursmark.Við støði í tí omanfyri nevnda allýsir Hagstovan eitt starvsfólk, sum ein persón, ið er 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fær løn svarandi til 1 tíma um vikuna ella meira gjøgnum STSS.

bústaðartilknýti

Hevur starvsfólkið bústaðartilknýti til Føroyar ella ikki. Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum.

ríkisborgaraskapur

Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.

høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara

Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.

mát

Starvsfólk (høvuðsstarv)

Starvsfólk verða flokkað í høvuðsvinnugrein og geira hjá tí arbeiðsgevara, hvørs tað fær størstu lønina frá. Starvsfólk telja bert einaferð.

Høvuðs- og hjástørv

Telur øll høvuðs- og hjástørv saman hjá øllum starvsfólkum. Eitt starvsfólk kann hava fleiri størv í einum geira/vinnugrein, tí er tal av størvum hægri enn tal av starvsfólkum.

Hjástørv

Talið av hjástørvum í einum geira/vinnugrein. Eitt starvsfólk kann telja fleiri ferðir. Høvuðsstarv telur ikki við.”

Størv tvørturum vinnugreinar

Hvussu nógv starvsfólk eru í geiranum/vinnugreinini, tá hjástørv verða tald við. Tað vil siga at eitt starvsfólk bert kann telja við einaferð í hvørjum geira/vinnugrein, men fleiri ferðir tvørtur um geirar/vinnugreinar. Hetta talið er tískil hægri enn tal av starvsfólkum (høvuðsstarv).

Arbeiðsgevarar

Tal av hvussu nógvir arbeiðsgevarar eru í einum geira/vinnugrein. Arbeiðsgevarar telja bert einaferð, og tað er í teirra høvuðsvinnugrein.