Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

STF01026 Starvsfólk og størv skift á geira, høvuðsvinnugrein, bústaðarkommunu og mánað (1985M01-2024M12)

Vel greiningar

Maria Heen
14.01.2025
tal
M
14.02.2025
29.08.2024
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
STF01026_KOM_MD
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.
Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 5

Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (bústaðarkommuna) , Eiðis kommuna , Eysturkommuna ,

Valt 0 Tilsamans 30

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 12

Valfrí greining
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara) , A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða , B Námsvinna og grótbrot ,

Valt 0 Tilsamans 121

Valfrí greining
Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.1985M01 , 1985M02 , 1985M03 ,

Valt 1 Tilsamans 480

Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 8.000.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 8.000.000
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart
Sambært International Labour Organization (ILO) er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið starvssettur til at framleiða vørur ella veita tænastur fyri løn. Hetta fevnir um
a) starvssettir persónar 'í starvi', sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til at vera 1 vika); og
b) starvssettir persónar 'ikki í starvi' vegna fyribils fráveru (sum til dømis vaktarskifti, viktíð, avspáking, barsilsfarloyvi ella sjúku).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum 4 arbeiðsmannatímalønir, tí har eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Arbeiðsmannatímalønin er sett sum minstuløn+frítíðarløn frá sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag (FA) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG). Tvs. er mánaðarliga lønin lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðan. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, sum tískil er sett sum niðara aldursmark. Við støði í tí omanfyri nevnda allýsir Hagstovan eitt starvsfólk, sum ein persón, ið er 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fær løn svarandi til 1 tíma um vikuna ella meira gjøgnum STSS.

bústaðarkommuna

Kommuna har starvsfólkið býr.

geiri

Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap, umframt slag av framleiðslu. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Í hagtølunum um lønir og starvsfólk eru geirar bólkaðir saman á annan hátt en vanligt. Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir eru flokkaði saman og hareftir býtt eftir um tað er undir almennum, privatum ella útlendskum ræði. Almenn fyrisiting og tænasta er óbroytt, og býtt sundur í landsfyrisiting og tænastu, ríkisfyrisiting og tænastu, kommunufyrisiting og tænastu og sosialir trygdargrunnar. 'Umheimurin' er geiri fyri seg, sum her er flokkaður saman við ókendum geira, um nakar slíkur er.

høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara

Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.

mát

Starvsfólk (høvuðsstarv)

Starvsfólk verða flokkað í høvuðsvinnugrein og geira hjá tí arbeiðsgevara, hvørs tað fær størstu lønina frá. Starvsfólk telja bert einaferð.

Høvuðs- og hjástørv

Telur øll høvuðs- og hjástørv saman hjá øllum starvsfólkum. Eitt starvsfólk kann hava fleiri størv í einum geira/vinnugrein, tí er tal av størvum hægri enn tal av starvsfólkum.

Hjástørv

Talið av hjástørvum í einum geira/vinnugrein. Eitt starvsfólk kann telja fleiri ferðir. Høvuðsstarv telur ikki við.

Størv tvørturum vinnugreinar

Hvussu nógv starvsfólk eru í geiranum/vinnugreinini, tá hjástørv verða tald við. Tað vil siga at eitt starvsfólk bert kann telja við einaferð í hvørjum geira/vinnugrein, men fleiri ferðir tvørtur um geirar/vinnugreinar. Hetta talið er tískil hægri enn tal av starvsfólkum (høvuðsstarv).

Arbeiðsgevarar

Tal av hvussu nógvir arbeiðsgevarar eru í einum geira/vinnugrein. Arbeiðsgevarar telja bert einaferð, og tað er í teirra høvuðsvinnugrein.