Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

LON01020 Løn (útgoldin) skift á geira, bústaðartilknýti, ríkisborgaraskap, kyn og mánað (1985M01-2024M12)

Vel greiningar

Maria Heen
13.01.2025
Kr.
M
13.02.2025
01.01.2000
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
LON01020_UL_BKNG_MD
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.Tils. (ríkisborgaraskapur) , Evropa , - Norðurevropa ,

Valt 0 Tilsamans 19

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 10

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining
Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.1985M01 , 1985M02 , 1985M03 ,

Valt 1 Tilsamans 480

Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 8.000.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 8.000.000
Tekn:
 -  Veruliga null (ikki rundað)
 0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart
Løn:
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í
a) løn og
b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir.
Løn sum hugtak fevnir tí ikki um ískoyti hjá arbeiðgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Løn til starvsfólk kann vera í peningi ella í feingi, ið verður goldið av arbeiðsgevara til starvsfólk afturfyri arbeiði, ið starvsfólkið hevur gjørt í einum tilvísingartíðarskeiði. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of national accounts' hjá ST og 'European system of accounts' hjá Eurostat.
Hagtølini um løn fevna um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønargjaldingarnar bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um lønarmóttakarin er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. Útgoldnar lønir hjá løntakarunum telja fyri hvønn arbeiðsgevara. Hevur ein persónur tríggjar ymiskar arbeiðsgevarar fær persónurin tríggjar útgoldnar lønir. Fær ein persónur fleiri lønir frá sama arbeiðsgevara verða hesar flokkaðar saman til eina løn.

bústaðartilknýti

Hevur løntakarin bústaðartilknýti til Føroyar ella ikki. Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum.

ríkisborgaraskapur

Ríkisborgaraskapur er bólkað í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til er Grønland bólkað til Norðurevropa Tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norður Amerika.

geiri

Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap umframt slagi av framleiðslu. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of national accounts' hjá ST og 'European system of accounts' hjá Eurostat. Í hagtølunum um lønargjaldingar og løntakarar eru geirar bólkaðir saman á annan hátt en vanligt. Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir eru flokkaði saman og hareftir býtt eftir um tað er undir almennum, privatum ella útlendskum ræði. Almenn fyrisiting og tænasta er óbroytt, og býtt sundur í landsfyriting og tænastu, ríkisfyristing og tænastu, kommunufyrusiting og tænastu og sosialir trygdargrunnar. 'Umheimurin' er geiri fyri seg, sum ikki er við í hagtølum fyri løn, sum einans telur innlendska búskapin.

vinnugrein hjá starvsfólki

Vinnugrein har løntakarin starvast. Vinnugrein er ikki neyðturviliga tað sama sum høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, av tí at ein arbeiðsgevi kann hava fleiri vinnugreinar. Til dømis kann ein arbeiðsgevari hava aling sum høvuðsvinnugrein, men eisini virking av vørum úr laksi sum hjávinnugrein. Útgreiningin er enn bara tøk á fáar vinnugreinar. Vinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.