Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

GM02010 Gransking og menningar-starvsfólk skift á geira, starv, kyn og mát (2022)

Vel greiningar

Kristina Arge Simonsen
19.06.2024
Persónar
Y
01.04.2025
19.06.2024
Hagstova Føroya: www.hagstova.fo
GM02010_PERS_OCC
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.

Valt 0 Tilsamans 5

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 4

Valfrí greining

Valt 0 Tilsamans 3

Valfrí greining
Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 2

Minst eitt virði skal veljast

Valt 1 Tilsamans 1

Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 8.000.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 8.000.000
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart
Háttalag:
Hagtølini eru gjørd í samsvari við altjóða ásetingum hjá ST (Frascati hondbókin). Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.
Dáturnar eru savnaðar við eini spurnakanninging, ið er send øllum fyritøkum og og stovnum í Føroyum, ið fremja gransking og menning. Henda kanning verður gjørd árliga
Gransking og menning
Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Allar fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:
1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.
2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi.
3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.
4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.
5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.

Geiri

Frascati-handbókin skilmarkar geirarnar eitt vet øðrvísi enn ESA, ið vanliga verður nýtt í tjóðarrokniskapinum. Høvuðsmunurin er, at Frascati-handbókin setur hægri útbúgvingarstovnar í ein geira fyri seg og bólkar húsarhald saman við privatu felagsskapum. Fyri at fevna um sambandið við útlendskar stovnar (samstarv, fígging o.a.) hevur Frascati-handbókin eisini uttanlandsgeiran umframt teir fýra høvuðsgeirarnar. Frascati-geirarnir eru sostatt:
1. Vinnufeløg (en: business enterprise), stytt BE
2. Almenni geirin (en: government), stytt GOV
3. Hægri útbúgvingarstovnar (en: higher education), stytt HE
4. Privatir felagsskapir (en: private non-profit), stytt PNP
5. Uttanlandsgeirin (en: rest of the world).
Búskaparliga atferðin er avgerandi fyri, hvønn geira ein stovnslig eind hoyrir heima í. Búskaparliga atferðin er treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap umframt slagi av framleiðslu, millum annað um talan er um framleiðslu av fíggjartænastum ella onnur framleiðsla.

Starv

Øll, sum hava givið eitt beinleiðis íkast til G&M-virksemið, eru tald við, herundir øll tey, ið veita hjálpartænastur.
Starvsfólk, sum ikki hava veitt beinleiðis íkast til G&M-virksemið, skulu ikki teljast við.
Gransking og menningar-starvsfólk verða flokkað sambært teirra G&M-leikluti. Frascati-hondbókin býtir tey upp í granskarar, teknikarar og vísindalig hjálparfólk

Starv

Granskarar

er fakfólk, ið fæst við vitanarskapan. Tey granska og betra ella menna hugtøk, ástøði, myndlar, ritbúnað ella rakstrarhættir. Verkætlanarleiðarar eru eisini at meta sum granskarar, uttan so at viðkomandi einans hevur ábyrgd av fíggjaliga partinum. Tá verða tey at meta sum vísindalig hjálparfólk.

Teknikarar

fæst í við at útvega tøkniliga vitan og royndir á einum ella fleiri verkfrøðiligum økjum, við alis- og lívfrøði, samfelagsvísindi ella hugvísindi. Teknikarar luttaka í G&M-virksemi við vísindaligum og tøkniligum uppgávum við nýtslu av hugtøkum, rakstrarhættum og granskingarútgerð, vanliga við vegleiðing frá granskarum. Teknikarar hava ikki høvuðsábyrgd av nakrari G&M-verkætlan, einans partinum, teir taka lut í.

Vísindalig hjálparfólk

eru lærdir og leikir handverkarar, umsitingar- og skrivstovufólk, ið luttaka í G&M-verkætlanum, ella sum eru beinleiðis knýtt at slíkum verkætlanum.

Mát

Tal av persónum

er tal av persónum uttan mun til hvussu nógv hesi arbeiða við gransking og menning.
Ársverk eru øll størv roknað

Ársverk

eru øll størv roknað um til fulltíðarstørv. Til dømis telja tvey starvsfólk, ið arbeiða hálva tíð, sum eitt ársverk.