Far ovast
The 3 steps are Choose table, Choose variable and Show result. You are currently at Vel greining

KB04050 Væntað gongd í byggivinnuni komandi árið, 2 ferðir um árið (2006M06-2024M01)

Vel greiningar

Birita Mortansdóttir
08.02.2024
tal og %
H
05.08.2024
25.06.2015
KB04050_KB_BYGKOM
Tú ert nú komin til síðuna Vel greining. Her kanst tú velja hvørjar greiningar og hvørji virði, tú vilt hava víst á úrslitatalvuni. Ein greining er ein eginleiki hjá eini hagfrøðiligari eind. Síðan er býtt sundur í fleiri rútar, ein fyri hvørja greining, har tú kanst velja virði við at klikkja fyri at marka eitt ella fleiri virði. Byrjað verður altíð við hagfrøðigreiningini sum er høvuðsvirðið ið uppgjørt verðurí talvuni.
Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 2

Minst eitt virði skal veljast

Valt 0 Tilsamans 2

Minst eitt virði skal veljast
Teigur fyri leiting eftir serstøkum virði í vallistanum. Hetta eru dømir um virðir, tú kanst leita eftir.2006M06 , 2007M01 , 2007M06 ,

Valt 1 Tilsamans 36

Tal á valdum puntum er:
(mest loyvda talið er 200.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 10.000 røð og 300 teigar

Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 200.000
Tekn: -  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart

Ávísin (en: indicator) og nettotøl fyri byggivinnuna vísa gongd, støðu og útlit grundað á spurnarblað, ið inniheldur 6 spurningar, ið verða settir 20-25 byggifyritøkum 2 reisir árliga. Spurningarnir snúgva seg um sjálvt virksemið, møguligar avmarkingar í virkseminum, væntaður tørvur eftir arbeiðsfólki, meting um møguligar prísbroytingar, bíleggingar í mun til vanligt støði og tryggjaðar byggiverkætlaninir gjørt upp í tal av mánaðum.
---
Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, ávísi og samanvigaður ávísi.
Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.
Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina 'Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?'.
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi. Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býtið av svarmøguleikunum síggja soleiðis út: - Vaksandi: 52%
- Óbroyttur: 46%
- Minkandi: 2%
Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldað frá. Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina 'Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?'.
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki. Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út: - Nógv betur: 3%
- Nakað betur: 16%
- Óbroytt: 49%
- Nakað verri: 25%
- Nógv verri: 6%
- Veit ikki: 1%
Í hesum føri verður býtið av svarmøguleikunum vigað. 'Nógv betur' telur 1, 'Nakað betur' telur 0,5, 'Nakað verri' telur -0,5 og 'Nógv verri' telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldað frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -8. Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100. Ávísi
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður.
1. Ávísin fyri brúkarakanngina verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?
2. Ávísin fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?
3. Ávísin fyri kanningina av byggivinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?
4. Ávísin fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?
5. Ávísin fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?
Ein ávísi kann liggja millum pluss 100 og minus 100. Treystital
Við støði í ávísunum frá øllum fimm kanningunum verður treystitalið roknað sum ein samanviging við hesum vektum:
1. Ávísin frá brúkarakanningini: 20%
2. Ávísin frá kanningini av tilfeingisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Ávísin frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Ávísin frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Ávísin frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%
Ein samanvigaður ávísi kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

mát

Miðal

Til at meta, hvørjari legu talið ligur í, er miðalviðið av øllum málingum higartil upplýst. Við tíðini verður hetta talið besta boð upp á markið millum góðar og ringar tíðir.