PX-Web - Vel greiningar og virði
KB06020 Útgreinaðar metingar hjá tænastuvinnuni um gongdina, 2 ferðir um árið (2006M06-2019M06)
Vel greiningar og trýst síðani á 'Halt áfram'. Soleiðis velur tú

Har greiningin er merkt við Vel minst eitt virði skal minst eitt virði veljast

mát Vel minst eitt virði

Tilsamans 2 Valt

Leita

spurningur Vel minst eitt virði

Tilsamans 5 Valt

Leita

meting Vel minst eitt virði

Tilsamans 4 Valt

Leita

mánaður Vel minst eitt virði

Tilsamans 27 Valt

Leita


Tal á valdum puntum er:(mest loyvda talið er 100.000)

Skíggjavísing er avmarkað til 1.000 røð og 50 teigar


Talið á valdum puntum størri enn mest loyvda 100.000

Viðmerkingar

Tekn:
-  Veruliga null (ikki rundað)
0  Rundað til null
 •  Kann ikki koma fyri
 ••  Ikki til taks ella ikki álítandi
 ••• Ikki upplýst, trúnaðarvart

Nettotølini, fyri tænastuvinnuna vísa gongd, støðu og útlit grundað á spurnarblað, ið inniheldur 5 spurningar, ið verða settir 20-25 tænastufyritøkum 2 reisir árliga. Spurningarnir snúgva seg um gongd/umsetning og tørvur á arbeiðsmegi í farnar mánaðir umframt komandi. Nettotalið er munurin millum positivu og negativu svarmøguleikarnar og kann liggja frá pluss 100 til minus 100. Eitt einstakt nettotal hevur einans innihald um sammett verður við onnur tøl fyri sama spurning.
---
Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, ávísi (en:indicator) og samanvigaður ávísi.
Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning. Niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.
Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina 'Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?'.
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.
Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býtið av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:
- Vaksandi: 52%
- Óbroyttur: 46%
- Minkandi: 2%
Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldað frá. Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi.
Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina 'Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?'.
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.
Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:
- Nógv betur: 3%
- Nakað betur: 16%
- Óbroytt: 49%
- Nakað verri: 25%
- Nógv verri: 6%
- Veit ikki: 1%
Í hesum føri verður býtið av svarmøguleikunum vigað. 'Nógv betur' telur 1, 'Nakað betur' telur 0,5, 'Nakað verri' telur -0,5 og 'Nógv verri' telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldað frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.
Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Ávísi
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður ein ávísi roknaður.
1. Ávísin fyri brúkarakanngina verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?
2. Ávísin fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?
3. Ávísin fyri kanningina av byggivinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?
4. Ávísin fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?
5. Ávísin fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?
Ein ávísi kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
Treystital
Við støði í ávísunum frá øllum fimm kanningunum verður treystitalið roknað sum ein samanviging við hesum vektum:
1. Ávísin frá brúkarakanningini: 20%
2. Ávísin frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Ávísin frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Ávísin frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Ávísin frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%
Ein samanvigaður ávísi kann liggja millum pluss 100 og minus 100.
mát
Miðal
Til at meta, hvørjari legu talið ligur í, er miðalviðið av øllum málingum higartil upplýst. Við tíðini verður hetta talið besta boð upp á markið millum góðar og ringar tíðir.

Upplýsingar

Eind
vísitøl
Kontakt
Jógvan Bærentsen
Seinast dagført
03-07-2019
Verður dagførd
H
Komandi dagføring
04-02-2020
Stovnað
25-06-2015
Kelda
Hagstova Føroya
Matrisa
KB06020_KB_TANUTG