Far ovast

Leiðbeining at velja í vallista


Í minsta lagi ein greining má avmarkast í hvørjum vallista. Vilt tú bert síggja eina ella nakrar fáar greiningar, so marka bert hesar. G.G Marking verður ógildað við at halda CTRL-knappinum niðri, meðan músin klikkir á tekstin. Velja allar greiningar á listanum: - Klikk á fyrstu greining á listanum, halt síðani á SHIFT-knappinum og END-knappinum ísenn. Velja/frávelja greining á listanum: - Trýst á CTRL-knappin og klikk samstundis við vinstra músaknapp á evnið, ið skal veljast ella fráveljast. Velja meira enn eina greining íá listanum: - Vel greiningar við at toga músina yvir greiningunum, meðan tú trýstir á vinstra músaknapp. Tú kanst eisini klikkja á fyrstu greiningina og síðani halda SHIFT-knappinum niðri, meðan tú trýstir píl-upp ella píl-niður. - Vel greiningar, ið ikki liggja saman, við at halda CTRL-knappinum niðri, meðan tú klikkir við vinstra músaknappi á tær greiningarnar, tú vilt velja. At leita eftir ávísum virði á listanum: - Klikk á fyrstu greiningina. Skriva síðani fyrsta stavin í ynsktu greiningini. Gevur hetta ikki røttu greiningina, so skriva aftur inntil tú fært rætta svarið. Eisini ber til at nýta pílarnar ella músaknappin at leita víðari.